Advertisements

Teitur - Ein Risi Fyri Teg

  • Artist: Teitur
  • Album: Cazador De Ostras
Faroese
Faroese
A A

Ein Risi Fyri Teg

Eg síggi okkum, tú ert móð og tung
Á mínum armi, men eg havi ikki skund
Eg veit at tíni trøll, tey eru eins og míni
Og við teimum skal man ikki vera eina
 
Eg veit, eg veit, eg veit, men spyrji ei
Halt tú fast í mær, kom við, eg beri teg
Eg gerðist mikil fyri teg
Ein risi fyri teg
Eg havi megi fyri bæði teg og meg
 
Eg beri teg langt sum eg kann
Eg beri teg langt sum eg kann
Heilt til vit koma undir land
Beri eg teg, beri teg yvir um hav
 
Eg hoyri grát úr eini telefon
Nú ið tøgnin talar, nú vit skilja ei
Nú tíni bein tey orka ikki sum tey eiga
Tí tey eru úti har tey ikki grynna
 
Eg veit, eg veit, eg veit, men gevist ei
Halt tú fast í mær, kom við, eg beri teg
Eg gerðist mikil fyri teg
Ein risi fyri teg
Eg haldi á inntil tú kemur fyri teg
 
Beri teg langt sum eg kann
Beri teg langt sum eg kann
Heilt til vit koma undir land
Beri eg teg, beri eg teg yvir um hav
 
Thanks!
Submitted by somethingswellsomethingswell on Wed, 15/09/2021 - 02:29

 

Teitur: Top 3
Comments
Read about music throughout history