Russia is waging a disgraceful war on Ukraine.     Stai con l'Ucraina!
  • Eivør

    Vøgguvísa, ein kópakona syngur • At the Heart of a Selkie (2016)

    Artista partecipante (featuring): Peter Jensen & The Danish Radio Big Band, The Danish National Vocal Ensemble
Condividere
Dimensione del font
Testi originali

Testo della canzone: Vøgguvísa, ein kópakona syngur

Náttin er eitt látur,
hellið dimt og trygt.
Havið murrar gátur,
mánin er ein lykt.
Sov nú, lítli vinur,
eygu klár og døkk,
sov, tú ert so linur,
inn í myrkrið søkk.
 
Náttin er ein alda,
vaggar teg í blund.
Bæði vit nú halda
út á silvursund.
Dreymaham so blankan
vil eg spinna tær
úr stjørnuvond og langtan.
Svim tú út við mær.
 
Náttin er ein strongur,
íða, villfør, von.
Sov nú, søti drongur.
Ytst á havsins trom
báran teskar gloym ei
móðurhjarta mítt,
dansi eg um tarateig,
altíð er tað títt.
 

 

Traduzioni di “Vøgguvísa, ein ...”
Commenti