Russia is waging a disgraceful war on Ukraine.     Stai cu Ucraina!
Acțiune
Marimea fontului
Traducere
Swap languages

Eg eri Moana (Forfedranna songur)

[Omma Tala:]
Kenni eina gentu frá einari oyggj
Hon líkist burturúr fjøldini
Hon elskar havið og fólkið
Hon ger stolta familjuni
Stundum tykist verðin vera ímóti tær
Og ferðin man seta arr
Men arr grøðast og sýna júst
Hvar tú ert
Tey tú elskar kunna broyta teg
Tað tú hevur lært leiðir teg
Og einki í heiminum kann teppa
Ta røddina inni í tær
Og tá ið røddin tekur at teska
Moana, tú ert komin so langt
Moana, lurta
Veitst tú hvør tú ert?
 
[Moana:]
Hvør eri eg?
Eri ein genta sum elskar mítt land
Ein genta sum elskar havið
Tað kallar
Eg eri dóttir høvdinganum
Vit ætta frá sjófarum
Sum sigldu kring allan heimin
Teir kalla á meg
Eg bar okkum hagar sum vit eru
Havi ferdast longri
Eg eri alt eg havi lært og meira til
Enn kallar tað meg
Ikki langt burturfrá, men inní mær
Tað er sum havið, eins og flóð og fjøra
Eg vil bera teg í mínum hjarta til at minna meg
At sama hvat hendir
Eg veit vegin
Eg eri Moana!
 
Versuri originale

I Am Moana (Song of the Ancestors)

Fă click aici pentru a vedea versurile originale (Engleză)

Comentarii