• Eivør

    Gullspunnin

Share
Font Size
Faroese
Faroese
Tá eg sá teg reka burt
í kyrruni,
misti eg meg sjálva inst
í kvirruni.
 
Fest í mítt kjøt
er tráanin,
fløkt í mín huga
væntanin.
Gullspunnin øll
mín døkka sál,
glitrandi aleina.
 
Um tú aftur kemur heim,
hygg inn til mín.
Víðopin mín hjartahurð,
eitt pláss til tín.
 
Fest í mítt kjøt
er tráanin,
fløkt í mín huga
væntanin.
Gullspunnin øll
mín døkka sál,
glitrandi aleina.
 
Eg sá teg reka burt
í kyrruni,
misti meg sjálva inst
í kvirruni
Um tú kemur aftur,
hygg inn til mín,
eg bíði eftir tær,
glitrandi aleina.
 

 

Comments